Skip to main content

Charity

Skansi Offshore financially supports individuals and organizations who directly or indirectly aim to support and inspire children and young people on the Faroe Islands.

Skansi Offshore veitir fíggjarligan stuðul til vælgerandi endamál og verða umsóknir um stuðul vanliga viðgjørdar 4 ferðir um árið. Feløg, bólkar ella einstaklingar, sum ynskja at søkja um stuðul, skulu útfylla umsóknarskjalið niðanfyri, annars verður umsóknin ikki tikin við í viðgerðini. Skansi Offshore vil verða við til at stuðla virksemi og tiltøkum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu stimbra og menna børn og ung í Føroyum.

Virksemið skal ikki verða av vinnuligum slagi og eingin privatur skal fáa ágóða ella avlop av virkseminum. Stuðul verður ikki latin til skúlaflokkar ella til námsferðir. Allar umsóknir um stuðul verða viðgjørdar í hvørjum ársfjórðingi. Verður umsókn um stuðul móttikin minni enn ein mánað áðrenn eitt tiltak, verður sæð burtur frá umsóknini. Skansi Offshore tilskilar sær rætt til at velja frítt ímillum allar innkomnar umsóknir. Ein avmarkað upphædd verður avsett til endamálið og tí er ikki vist, at allar umsóknir fáa játtandi svar.

Allir umsøkjarar fáa skrivligt svar.

Umsóknarfreistirnar eru 1. mars, 1. juni, 1. september og 1. desember.